KLAKSVÍKAR KOMMUNA
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
28. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum starvsfólki at byrja skjóttast tilber, starvið er 30 tímar um vikuna,og starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2023.

Baldursbrá, sum er nýggjasti stovnurin í Klaksvíkar kommunu, er ein náttúru barnagarður, sum liggur á Norðoyri.
Stovnurin hevur frálíka staðseting tætt við fjøru og haga. Náttúran er ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðnum á stovninum.
Baldursbrá er ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár. Á stovninum eru tríggjar stovur: Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja, við 15 børnum í hvørjari.

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sær møguleikar í øllum børnum
  • vilt vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
  • hevur hug at arbeiða við náttúrunámsfrøði.
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • sær stórt virði í viðurkenning og inklusjón
  • ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv, um so er, at námsfrøðingar ikki søkja starvið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. september 2022.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Baldursfrá

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið