Runavíkar Kommuna
Útgivið
27. marts 2023
Útgongur
11. april 2023
Staður
Heiðavegur 26, 600 Saltangará, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólkið til Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eftir námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólki 30-40 tímar um vikuna. Fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og lesandi, ið væntandi verða liðug við námsfrøðiligan lesnað skjótt, eru vælkomin at søkja størvini.

Eitt starv er á Mýrustovu, sum er stova við 12 børnum, har stórur dentur verður lagdur á útilív. Hitt starvið er á Miðstovu, sum er stova við einum litlum barnabólki við avbjóðingum.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í náttúruumhvørvinum við Toftavatn og er normeraður til 104 børn í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin hevur fýra barnagarðsstovur við 20 børnum og eina við 12 børnum, tvær vøggustovur við 13 børnum og eina stovu við 6 børnum har arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti.

Til Mýrustovu sóknast eftir námsfrøðingi, sum:

  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
  • Sum í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann leggja dagin námsfrøðiliga til rættis, so barni fær ein mennandi, fjølbroyttan og tryggan dag.

Til Miðstovu sóknast vit eftir námsfrøðingi, sum: 

  • Brennur fyri at menna og menta børn við avbjóðingum
  • Hevur áhuga í at arbeiða við sernámsfrøði í einum inkluderandi høpi
  • Í tøttum samstarvi við stovustarvsfólk og starvsfólk á grannastovum virkar fyri skynsamari inklusjón í barnabólkin.

Vit sóknast eftir námsfrøðiligum hjálpara ella hjálparfólki, sum: 

  • Dámar væl at fást við børn og hava eitt virkið útlív saman við teimum.
  • Er áhuga/ur í relatiónsarbeiði og sum í tøttum samstarvi við starvsfelagum og foreldrum kann geva barninum ein mennandi og tryggan dag.


Vit sóknast eftir avloysara, sum:

  • Er fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin og sum kann traðka til eftir tørvi. Hetta starv gevur tær møguleikan til tíðir at arbeiða nógv og minni aðrar tíðir.

Vit bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður og eitt arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.
  • Ein stovn, ið málrættaður arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, TÍTT, DPU og eftir menningarætlanini fyri hvørt barnið.
  • Ein gerandisdag har pláss er at kjakast og meta um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Flokkingar av størvunum eru á fylgjandi stigum: hjálparfólka/avloysari á 2-8, námsfrøðiligur atstøðingur 6-11 og námsfrøðingur 11-23. Setanarstaðurin er á Barnagarðinum á Mýrunum, meðan setanarøkið er Dagstovnaøkið í Runavíkar kommunu.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv.

UMSÓKNAR FRYMIL

Umsóknarfreistin er týsdagin 11. apríl 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið