Lýsing
Nes kommuna leitar eftir tveimum starvsfólkum til at arbeiða í Barnagarðinum á Svangaskarði. Barnagarðurin á Svangaskarði er stovnur undir Nes kommunu.
Í Barnagarðinum á Svangaskarði eru 3 vøggustovur, 1 smábarnastova og 4 barnagarðsstovur við tilsamans 124 børnum. Á stovninum starvast í løtuni 35 starvsfólk, umframt leiðaran. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum beint við stadionøkið á Svangaskarði og tætt við Toftavatn.
Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum/hjálparfólkum
- 1 fast starv á 30 tímar um vikuna
- 1 tíðaravmarka starv 30 tímar um vikuna frá 01.11.24 - 30.10.25
Væntanir
Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum fakligum umhvørvi og vera við til at leggja til rættis tað námsfrøðiliga arbeiðið.
Vit vænta, at umsøkjarin
- leggurdent á gott samskifti við børnini, starvsfólk og avvarðandi
- hevurumsorgan fyri børnum
- eríðin, nærlagdur og álítandi
- ernýhugsandi og ígongdsetandi
Vit bjóða tær eitt starv, har trivnaður og sambond eru grundarlagið fyri menning og trivnaði hjá børnum, foreldrum og starvsfólkunum.
Arbeitt verður við TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), sum er eitt amboð til at skapa trivna og samstarv ímillum stovn og foreldur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Sambært § 4 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv, og er setanin tí treytað av, at barnaváttan fæst.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Nes Komunu í hendi í seinasta lagi 22.10.24.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jørgin Olsen, leiðara, tlf 565021 ella Duritu Skoradal Hansen, varaleiðara, tlf 749362