Barnagarðurin á Sandi
Útgivið
21. juni 2022
Útgongur
3. juli 2022
Staður
Sandur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
teigar@sandur.fo
Vitjandi
33

Lýsing

Okkum tørvar starvsfólk til Barnagarðin/Frítíðarskúlan á Sandi.

  • einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar pr viku. Starvið er frá 08. August 2022
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar pr viku. Starvið er frá 15. August 2022 til 14 juli 2023
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar pr viku. Starvið er frá 15. August 2022 til 14 juli 2023

(Um so er, at eingin námsfrøðingur søkjur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki)

Okkum tørvar:

Starvsfólk sum vilja arbeiða miðvíst við okkara námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.

Vit vanta av tær:

  • At tú er jalig/ur og dámar at vera saman við børnum
  • At tú er fakliga áhugaður
  • At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum
  • At tú kann arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú hevur góðar samstarvsførleikar

 

Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:

  • ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn
  • upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.

 

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðinar er vanliga millum kl 07.30 - 17.00

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Anitu Jensen, leiðara á tlf. 212751 .

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@sandur.fo Umsóknarfreistin er úti 03.07.22. Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.

Líknandi størv

Gigni søkir 2 heilsufrøðingar   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið