Lýsing
Dagrøktin í Runavík søkir eftir starvsfólk til Barnalonina at byrja 1. oktober 2024 fram til 1. oktober 2025.
Í Barnalonini ganga 7-8 børn, har 3 starvsfólk arbeiða, og virkar Barnalonin eisini sum spælistova hjá børnum sum annars ganga í dagrøkt. Í dagrøktini eru 45 børn í aldrinum 0 - 3 ár.
Dagrøktin er væl skipað við spælistovu og økisnámsfrøðingi.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðslu og økisnámsfrøðingi
Vit vænta:
- at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
Lønarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ganga stigini 1 - 9.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørg Rasmussen á tlf. 228594.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 13. september 2024, og umsóknin skal sendast til dagrokt@runavik.fo