Lýsing
Vit leita eftir starvsfólki til bjargingartænastuna (SAR: Search and Rescue) og til viðlíkahaldið hjá Atlantic Airways. Talan er sostatt um eitt samansett starv, ið krevur ymiskar førleikar og eginleikar.
Starvið
Uppgávurnar í bjargingartoyminum hjá tyrlutænastuni fevna í høvuðsheitum um luttøku í veiting, bjarging og sjúkraflutningi á sjógvi og á landi. Afturat hesum verður tú partur av flogteknikaratoyminum í Part 145, sum viðlíkaheldur flogfør og tyrlur og tekur sær av øðrum fyrifallandi viðlíkahaldsuppgávum og tænastum.
Tú fert at arbeiða tætt saman við hinum í toyminum, og tit samstarva eisini tvørtur um deildir við fleiri fakbólkar. Syrgt verður fyri neyðugari upplæring, sum fer fram í Føroyum og uttanlands.