Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
28. marts 2025
Útgongur
13. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til Blómugarð á Húsum, at byrja skjótast til ber. Talan er um starv á 35 tímar, við møguleika at tillaga tímatalið eftir rætta umsøkjara, so tað hóskar best fyri stovn og starvsfólk.

Blómugarður hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran, nærumhvørvið og bygdarmentanin er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í Blómugarði.
Talan er um eina samansetta stovu, har fyrstu børnini byrjaðu í februar 2024 og eru í aldrinum 1 ár til og við 2.flokk.

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt nýtt, spennadi og fjøldbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
  • Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
  • Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Niels Juel Arge, samskipara á dagstovnaøkinum, á telefon 284538.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 13. apríl 2025.

Umsóknir verða viðgjørda so hvørt, og rætti umsøkjari kann verða settur beinanvegin.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blómugarð

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið