P/F Faroe Origin
Útgivið
9. juli 2024
Útgongur
19. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir fólki til bókhaldið hjá Faroe Origin í Saltangará.

Um starvið:
Starvsfólki kemur at arbeiða við tí dagliga bókhaldinum saman við einum øðrum starvsfólki. Skipanirnar, sum verða nýttar, eru Business Central (Navision), Innova og Nema Tíð/Løn.

Talan er um fulltíðarstarv og vanliga arbeiðstíðin er frá kl. 8 til kl. 16.

Førleikakrøv:
Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. Telduførleikar á rímuliga høgum støði. Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. Royndir eru ein fyrimunur og/ella viðkomandi útbúgving

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutningsfyritøku.

Starvið er eitt barnsburðafarloyvisstarv í fyribils 1 ár, tó er møguleiki at halda fram í bókhaldinum eftir hetta.

Løn eftir nærri avtalu.

Vilt  vita meira?
Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula, stjóra, á tlf 550650.

Umsóknir skulu sendast til jensp@origin.fo. Freistin at senda umsøkn er 19.07.24 kl 16.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið