Navigare Shipping Sp/f
Útgivið
18. december 2024
Útgongur
3. januar 2025
Staður
Við Trøllaklett 21, FO-660 Søldarfjørður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
jjo@navigare.fo

Lýsing

Bókhaldari/skrivstovufólk til Navigare Shipping

Er tú klár/ur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?

Navigare Shipping sóknast eftir einum bókhaldara ella skrivstovufólki, sum trívist við avbjóðingum og hevur hug at gerast ein týðandi partur av okkara fíggjardeild.

Arbeiðsøki:
Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum bókhaldsuppgávum og fíggjararbeiði fyri bæði Navigare Shipping í Føroyum og okkara dótturfeløg uttanlands. Uppgávurnar eru skiftandi og spennandi, og tú fær høvi at seta tín dám á altjóða virksemið.

Førleikar, vit leita eftir:

  • Útbúgving innan skrivstovuarbeiði, fyrisiting ella annað líknandi.
  • Góðan KT-førleika, serliga við royndum í Dynamics NAV og Office 365.
  • Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum.

Persónligir eginleikar, vit vænta:

  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymi.
  • Tú ert fyrikomandi, væl skipað/ur og fleksibul.
  • Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar.
  • Tú megnar væl at hava fleiri ymiskar uppgávur í senn.

Vit bjóða tær:

  • Góða innleiðslu og neyðuga upplæring.
  • Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur, sum fevna um altjóða handilssambond.
  • Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.

Umsókn, løn og setan
Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldafirði.

Vit bjóða góða innleiðslu og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3. januar kl. 15.00, til Navigare Shipping, umvegis teldupost á jjo@navigare.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Rasmussen, fíggjarstjóra, á tlf 523013, ella við telduposti ar@navigare.fo.  Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit ynskja, at starvið verður sett skótast gjørligt.

 

Um Navigare Shipping:
Navigare Shipping er ein altjóða fyritøka við meira enn 200 ársverkum og virksemi í Føroyum, Norra, Skotlandi, Íslandi og Póllandi. Høvuðssætið er í Søldafirði, har 20 starvsfólk hava sína dagligu gongd.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið