Lýsing
Til Bónus á Tvøroyri leita vit eftir einum starvsfelaga til eitt starv í dagtímunum.
Vit kundu hugsað okkum ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi, arbeiðssamur og ábyrgdarfullur.
Tú verður partur av einum toymi, ið arbeiður fyri, at kundin altíð fær bestu tænastuna, at kundin lætt finnur ta vøruna, honum tørvar, og at handilin altíð er innbjóðandi at koma inn í.
Afturfyri fært tú eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum og ein fjølbroyttan gerandisdag, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar.
Arbeiðstíðin um vikuna er áleið 30 tímar, og er tað serliga morgun- og dagvaktir, ið talan er um.
Ynskir tú at gerast partur av toyminum á Tvøroyri, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2361.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, ber til at venda sær til Bjarmu Lisberg, handilsleiðara, á telefon 233447.