Lýsing
Vit leita eftir einum starvsfólki at arbeiða fulla tíð í Bónus í Marknagili fram til og við apríl mánaða 2023.
Vit kundu hugsa okkum ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi, arbeiðssamur og ábyrgdarfullur.
Tú verður partur av einum toymi, ið arbeiður fyri, at kundin altíð fær bestu tænastuna, at kundin lætt finnur ta vøruna, honum tørvar, og at handilin altíð er innbjóðandi at koma inn í.
Afturfyri fært tú eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum og ein fjølbroyttan gerandisdag, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar.
Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8:30 til kl. 16:00 mánadag til fríggjadag.
Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til Sigrun Danielsen, handilsleiðara, á telefon 233440.
Skriva nøkur orð um teg sjálva/n og send tey umvegis síðuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2208.