Almannaverkið
Útgivið
7. marts 2024
Útgongur
20. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í desember 2023 lat bú- og umlættingardepilin við Sílá upp á Tvøroyri. Depilin er fyri fólk, sum hava ymiskar avbjóðingar og er ætlaður fólki í aldrinum frá 18 ár til fólkapensjónsaldur. Sílá hevur bæði vardar bústaðir og umlættingarpláss. Talan er um 5 búpláss og 2 umlættingarpláss 

Almannaverkið søkir eftir námsfrøðingum og heilsurøktarum og eftir avloysarum.

Vit leita eftir starvsfólki, sum eru eldhugað og ynskja at brúka sínar fakligu førleikar og royndir til at skapa ein góðan stovn fyri húsfólkini.

Um størvini
Talan er um 2 størv 30 tímar í miðal um vikuna at byrja 01.05.2024.

Søkt verður eisini eftir fólki at byrja skjótast gjørligt til tímalønt starv at avloysa í sambandi við sjúku, feriu, avspáking o.a.

Arbeitt verður í dag- kvøld- og samdøgursvaktum allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur 
Dentur verður lagdur á at skapa eitt gott heimligt umhvørvi, sum er hugnaligt, trygt og mennandi, bæði fyri bæði fastbúgvandi og tey sum koma til umlætting. Uppgávan er at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá givnum fortreytum. Yrkisdugnaskapur er ein týðandi partur í dagliga arbeiðinum.

Við einstaka menniskjanum í miðdeplinum verður arbeitt við møguleikum at skapa eina tilveru sum gevur meining, har ein varðveitir sín samleika og sjálvsavgerðarrætt. Starvsfólk skulu, við vegleiðing, ráðgeving og fakligum førleika tryggja sær, at húsfólkini fáa mest møguliga ávirkan á egið lív.

Uppgávan er, á ein viðurkennandi hátt, at stuðla og eggja húsfólkunum til at verða virkin og at skapa góð sambond sínámillum. Eisini er uppgávan at skapa innihald í dagarnar, sum mennir nýggjar førleikar og sum er við til at viðlíkahalda verandi førleikar.

Vit leggja dent á gott samstarv og samskifti við bæði húsfólk og avvarðandi. Avvarðandi skulu kenna seg vælkomnan við Sílá og fáa møguleika til at geva sítt íkast til sosiala felagsskapin í húsinum.

Arbeitt verður á sosialnámsfrøðiligan hátt. Einstaka húsfólkið er eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum, m.a. til at gera mat, vaska klæði, gera reint í egnum hølum og  at keypa inn.

Førleikakrøv
Útbúgving sum námsfrøðingur ella heilsurøktari. Vit mangla útbúgvin fólk við fleiri ára royndum og fólk, sum júst hava fingið prógv.

Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í fyribilsstarv.

Til avloysarastarv er útbúgving ikki kravd, men royndir innan námsfrøðiligt arbeiði, kann verða ein fyrimunur.

Væntanir

  • Tú ert sterk/-ur bæði likamliga og sálarliga
  • Tú ert ein álítandi, røkin og ábyrgdarfullur persónur
  • Tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • Tú ert før/-ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt

Vit kunnu bjóða

  • Eitt tvørfakligt arbeiðsumhvørvi millum dugnaligar starvsfelagar
  • Góða upplæring
  • Førleikamenning í arbeiðsháttinum KRAP
  • Arbeiði í einum fleirfakligum toymi

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum, eindin Likamligt brek. Tann ið settur verður má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Heilsurøktarafelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 20.03.2024 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Elken Holm, leiðara, tlf. 297800 ella til Elin Danielsen, eindarleiðara, tlf. 297400.

Um bú- og umlættingarstovnin við Sílá

Bústaðurin verður veittur við heimild í §46, í Almannalógini. Endamálið við varda bústaðnum er at skapa eitt heim, har fólki kann liva eitt sjálvstøðugt, innihaldsríkt og virkið lív.

Umlættingartilboðið verður veitt við heimild í § 41 í almannalógini.

Endamálið við umlættingini er, at veita heimabúgvandi fólkum við serligum tørvi og teirra avvarðandi umlætting. Í samband við umlætting verður sjálvsmenning ein sjálvsagdur partur á tilboðnum.

sí lýsing her

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið