Almannaverkið
Útgivið
17. oktober 2024
Útgongur
29. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir námsfrøðingi ella heilsurøktara at arbeiða á Bú- og umlættingarstovninum við Sílá á Tvøroyri.

Vit leita eftir starvsfólki, sum eru eldhugað og ynskja at brúka sínar fakligu førleikar og royndir til at skapa ein góðan bústað og eitt gott umlættingartilboð við Sílá.

Um starvið
Eitt starv 40 tímar í miðal um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar eru í dag- kvøld- og samdøgursvaktum allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Dentur verður lagdur á at skapa eitt gott heimligt umhvørvi, sum er hugnaligt, trygt og mennandi fyri bæði fastbúgvandi og tey sum koma til umlætting. Uppgávan er at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá givnum fortreytum.

Við einstaka menniskjanum í miðdeplinum verður arbeitt við møguleikum at skapa eina tilveru sum gevur meining, har ein varðveitir sín samleika og sjálvsavgerðarrætt. Starvsfólk skulu, við vegleiðing, ráðgeving og fakligum førleika tryggja sær, at húsfólkini fáa mest møguliga ávirkan á egið lív.

Uppgávan er, á ein viðurkennandi hátt, at stuðla og eggja húsfólkunum, til at verða virkin og at skapa góð sínámillum sambond.

Uppgávan er eisini at menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir, geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki og viðurskiftum, har atlit verður tikið til, hvat borgarin megnar. Einstaka húsfólkið/arbeiðsfólki er eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum, m.a. til at gera mat, vaska klæði, gera reint í egnum hølum og at keypa inn.

Javnvirði, tolsemi, fjølbroytni, eldhugi og yrkisdugnaskapur eru partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivna á arbeiðsplássinum, bæði millum húsfólk og starvsfólk.

Avvarðandi skulu kenna seg vælkomnan at vitja og fáa møguleika til at geva sítt íkast til sosiala felagsskapin.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið