Almannaverkið
Útgivið
15. april 2025
Útgongur
27. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Talan er um at arbeiða fulla tíð, og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er á Toftum.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um sosialnámsfrøðiligt arbeiði, har tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við sjálvskaðan eins og við øðrum avbjóðingum, ið børnini hava. Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum verða nýtt á stovninum, og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan og at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg. Hesin háttur verður eisini brúktur serskilt til avbjóðingar innan sjálvskaðan og tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbeitt út frá Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið