Almannaverkið
Útgivið
12. oktober 2023
Útgongur
24. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eindin Barnaverndarstovnar í Almannaverkinum søkir eftir einum fólki til bú- viðgerðarstovn, ið veitir viðgerð til børn og ung, sum hava sjálvskaðandi atferð.

Starvið er fulla tíð og byrjað verður skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.

Vit kunnu bjóða tær

  • góðar treytir fyri menning av førleikum innan umsorganarsvík, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión
  • KRAP útbúgving
  • at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP, Mentalisering og Low Arousal-sosialnámsfrøði

Arbeiðsuppgávur

Talan er um sosialnámsfrøðiligt arbeiði, har tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við sjálvskaðan, eins og við øðrum avbjóðingum, ið børnini hava. Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum verða nýtt á stovninum og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan og at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningar-møguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg. Hesin háttur verður eisini brúktur serskilt til avbjóðingar innan sjálvskaðan og tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbeitt út frá Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker.

Førleikar

Søkt verður eftir fólki, sum hava útbúgving sum námsfrøðingur, útbúgving sum sjúkrarøktarafrøðingur ella útbúgving sum sosialráðgevi. Neyðugt er at hava koyrikort.

Væntanir

Vit vænta, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði.

Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Barnaverndarstovnar. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Starvsfelagið.

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.10.2023 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297426 ella Sunrid á Borg, leiðara, á tlf. 297496.

sí lýsing herhttps://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144403&DepartmentId=19150&MediaId=4615

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið