Tórshavnar Kommuna
Útgivið
17. november 2023
Útgongur
29. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Almannaverkið søkir eftir starvsfólkum at arbeiða fulla tíð í eindini Barnaverndarstovnar. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.

Vit kunnu bjóða tær

  • góðar treytir fyri menning av førleikum innan umsorganarsvík, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión
  • KRAP útbúgving
  • at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP, Mentalisering og Low Arousal-sosialnámsfrøði

Arbeiðsuppgávur
Arbeitt verður við sosialnámsfrøðiligari viðgerð, har børn og ung fáa teir menningarmøguleikar teimum tørvar, til tess at skapa sær lívskor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina. Samarbeiði er við skúla, sernám, barna- og ungdómspsykiatri, barnaverndartænastur o.o. Uppgávan er at veita viðgerð til børn og ung, har endamálið er at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsligt og kognitivt.

Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at geva teimum eitt heimligt umhvørvi saman við sosialnámsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa neyðugar menningarmøguleikar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg, sum taka útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbeitt út frá Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving, sosialráðgevum og fólki við heilsufakligari útbúgving. Neyðugt er at hava koyrikort.

Væntanir
Vit vænta at tú ert fakliga væl fyri og at tú hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Barnavernd. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Starvsfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.11.2023 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara á tlf 297426 ella til Siggu Seyer, leiðara, á tlf. 297420

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið