Lýsing
Um stovnin
Hornið er ein bú- og viðgerðarstovnur fyri ung við umfatandi sálarligum trupulleikum. Endamálið við stovninum er at veita málrættaða sosialnámsfrøðiliga viðgerð til ung fólk, har hesi kunnu búgva í egnari íbúð. Talan er tó um ein fyribilsbústað.
Endamálið við viðgerðini er at tey ungu fáa hjálp til at liva eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum.
Arbeiðið á stovninum verður m.a. gjørt í samstarvi við Psykiatriska depilin og sosialráðgevar á Almannaverkinum.
Arbeiðsstaðurin er á Íslandsvegnum og á Grønlandsvegnum í Tórshavn. Talan er um Bú- og viðgerðarstovn á Íslandsvegnum og stovnslíknandi fyriskipan á Grønlandsvegi.
Um størvini
- Tvey størv fulla tíð at byrja 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu.
- Eittt starv í brøki 0,4 at byrja 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini fólki at avloysa í sambandi við feriur, avspáking, sjúku o.a.
Arbeiðstíðirnar fevna um alt døgnið, dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir.