Almannaverkið
Útgivið
16. maj 2024
Útgongur
28. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir einum fólki til bú- og viðgerðarstovnin Hornið í Tórshavn, sum er fyri ung við umfatandi sálarligum trupulleikum.

Umframt arbeiði á hesum stovninum, fevnir arbeiðið eisini um at veita tænastu á stovnslíknandi fyriskipan á Grønlandsvegi. Arbeiðið á stovninum verður m.a gjørt í samstarvi við Psykiatriska depilin og sosialráðgevar á Almannaverkinum.

Endamálið við stovninum er at veita málrættaða sosialnámsfrøðiliga viðgerð á einum staði, har tey ungu kunnu búgva í egnari íbúð. Talan er tó um ein fyribilsbústað. Endamálið við viðgerðini er at tey ungu fáa eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum.

Um starvið
Talan er um eitt fast starv fulla tíð at byrja 01.06.2024 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðirnar fevna um alt døgnið, t.v.s. dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir.

Førleikakrøv
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, námsfrøðingur, ergoterapeutur ella fysioterapetur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan psykiatri, herundir kunnleika til miljøterapi, DAT, sjúkutekin og heilivágsviðgerð

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

 

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið