Lýsing
Um starvið
Almannaverkið søkir starvsfólk at arbeiða á Bú- og viðgerðarstovninum Varðagøtu 36. Starvið er fulla tíð og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar er sosialnámsfrøðiligt arbeiði, har dentur verður lagdur á sosialnámsfrøðiliga viðgerð. Dentur verður lagdur á at gerandisdagurin er merktur av strukturi, forútsigiligheit, týðiligheit og umsorgan í tryggum og í heimligum umhvørvi. Arbeitt verður við børnum, ið hava kognitivar og kensluligar avbjóðingar.
Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum, námsfrøðiligum arbeiðshættum og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.
Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg og tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbeitt út frá sernámsfrøði sum autismu-, relatións-, rógevandi námsfrøði og mentalisering.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144716&DepartmentId=19199&MediaId=4615