Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til Bú- og viðgerðarstovnin Kvíggjartún á Argjum, sum er fyri børn og ung við autismu. Kvíggjartún er skipaður við bútilboði, virkistilboði og umlættingartilboði.
Um starvið
Eitt starv í virkis- og umlættingartilboðnum 32 tímar um vikuna við møguleika at fáa fulla tíð. Byrjað verður sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Hvørji eru vit
Bú- og viðgerðastovnurin Kvíggjartún er nýggjur stovnur, sum lat upp í januar 2024. Høvuðsmálbólkurin er børn og ung upp til 18 ár við autismu. Afturat autismuni kunnu tey eisini hava menningartarn og sansa avbjóðingar.
Vit kunnu bjóða tær
- Spennandi og fakligar avbjóðingar
- At vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP, mentalisering og Low Arousal sosialnámsfrøði
- KRAP útbúgving
- Góða innleiðslu, har tú verður sett/ur inn í sosialnámsfrøðiligu viðgerðina og mannagongdir
- Eina dagliga og nærverandi leiðslu og møguleika fyri supervisión