ALMANNAVERKIÐ
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
26. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið sóknast eftir starvsfólki til Búfelagsskapin á Karlamagnusarbreyt. Í Búfelagsskapinum búgva 11 borgarar við menningartarni, har øll hava hvør sína íbúð.

Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at menna førleikarnar hjá borgarunum, soleiðis at tey kunnu liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber. Vit leggja dent á, at borgararnir hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum.

Um størvini

  • Eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja 01.10.2022 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag- og kvøldvaktir og 3. hvørt vikuskifti.
  • Eisini verður søkt eftir fólki, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø.

Útbúgving
Søkt verður eftir námsfrøðingi. Um eingin námsføðingur søkir kunnu hjálparfólk verða sett fyribils.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við millum annað arbeiðspláss.

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk.

Vit stuðla og vegleiða borgarunum í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum teir kunnu møta í gerandisdegnum.

Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni. Vit brúka t.d. boardmaker sum amboð til at skipa gerandisdagin.

Nýggj starvsfólk fáa upplæring í starvinum. Fyrireikingartíð er løgd inn í arbeiðsætlanina.

Væntanir
Vit leggja dent á ein viðurkennandi og fevnandi atburð í gerandisdegnum, har øll kenna seg sædd, hoyrd og tikin í álvara. Umsøkjarar mugu vera væl fyri fakliga, sálarliga og likamliga, og vit vænta, at tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði og koyrikort til persónbil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum – Eind 5. Tann, ið settur verður má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 26.09.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dianu Solbjerg Mouritsen, leiðara, á tlf. 297374 ella Teit Jóannesarson, eindarleiðara, á tlf. 297410.

Um Búfelagsskapin á Karlamagnusarbreyt 34
Búfelagsskapinum á Karlamagnusarbreyt búgva 11 borgarar við menningartarni, har øll hava hvør sína íbúðÁ búfelagsskapinum er felagsrúm við køki og starvsfólkarúmi.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera í skúla, til arbeiðis á virknis- ella verkstaðstilboði. Í frítíðini kunnu tey ganga til ymiskt frítíðarvirksemi og koma saman við øðrum í t.d. frítíðarklubba, í kvøldskúla og í ymiskum ítrótti.

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið