Almannaverkið
Lýsing
Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum er nýggjur stovnur við 18 íbúðum, har borgarar við autismu og møguligum øðrum diagnosum fara at búgva.
Í búfelagsskapinum er felagsrúm við køki og starvsfólkarúmi umframt tvey felagshølir til hugna og samveru.
Gerandisdagar kunnu húsfólkini vera í skúla ella til arbeiðis á virknis- ella verkstaðstilboði.
Í frítíðini ganga tey til ymiskt frítíðarvirksemi og koma saman við øðrum í t.d. frítíðarklubba, í kvøldskúla og í ymiskum ítrótti.