Lýsing
Um starvið
Talan er um tvey størv, annað 28 tímar og hitt 40 tímar um vikuna at byrja 01.12.24 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður allar dagar í vikuni millum kl. 07 og kl. 21.30. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Stoffalág 64 í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at veita einum búfólki við menningartarni neyðugan stuðul og umsorgan og virka fyri, at viðkomandi fær ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag. Somuleiðis at virka sum hjálp til sjálvhjálp við tí endamáli, at búfólkið fær møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum til ber. Uppgávan er at ráðgeva og stuðla í persónligum, sosialum og praktiskum viðurskiftum og at gera dagarnar innihaldsríkar og mennandi.
Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni. Vit brúka t.d. boardmaker sum amboð til at skipa gerandisdagin, og vit leggja dent á low arousal-námsfrøði. Starvsfólk, sum verða sett, fáa upplæring í arbeiðsmannagongdunum á staðnum. Búfyriskipanin hevur eisini tætt samstarv við Sambýlið í Stoffalág.