Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir einum starvsfólki í fulltíðarstarv til Býarskipanardeildina.
Kundi tú hugsað tær at verið við at fríðka býin og at betra um umstøðurnar fyri trivnaði í kommununi, so ert tú kanska júst tann, ið Tórshavnar kommuna leitar eftir.
Býarskipanardeildin
Á deildini verður arbeitt við býarplanlegging í breiðum høpi, har uppgávurnar eitt nú eru:
- umsiting av býar- og lendisskipanarligum viðurskiftum
- umsiting av temaætlanum og politikkum undir kommunuætlanini
- gerð og broyting av byggisamtyktum
- íverksetan av smærri og størri snið- og fríðkanaruppgávum
- planlegging av kommunalum útstykkingum
- skrásetingum av verandi býi
Vit arbeiða og luttaka í býarmenningini við at seta kósina og innlima áhugapartar.