Tórshavnar kommuna
Lýsing
Vilt tú hava ávirkan á gerandisdagin á tínum arbeiðsplássi og arbeiða saman við okkara fantastiska starvsfólkahópi? So er møguleikin her!
Býlingshúsið í Maritugøtu søkir eftir námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 2. januar 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk vera sett í starv.
Um tú ynskir at verða avloysari, verð vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðarin.