Umlættingarheimið Dáin 
Útgivið
10. juli 2024
Útgongur
24. juli 2024
Staður
Mýrivegur 11, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
dain@av.fo

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Starvsfólki at arbeiða 28 tímar um vikuna at byrja 12. august, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er at fáa fleiri tímar.
  • Avloysara annars, at byrja skjótast gjørligt

Arbeiðsøkið
Tú kemur at arbeiða saman við einum toymi av fakligum og dugnaligum starvsfólki.

Vit taka støði í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og fær umsorgan, ið er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.

Eru serligir tørvir, verður upplæring givin í hesari røkt. Hetta inniber m. a. at vera um barn við tracheostomi sum kemur í frítíðartilboð í Dáanum eftir skúlatíð gerandisdagar. At tryggja, at barnið fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul. Av seruppgávum fevnir hetta um tracheostomirøkt, sum tú fært góða upplæring í.

Í frítíðartilboðnum eru eisini onnur børn.

Vit skulu skapa eitt umhvørvi, har social samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti.

Vit vegleiða og stuðla borgaranum í vanligum dagligum virki og taka atlit til hvat borgarin megnar.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving. Royndir innan tracheostomi kann verða ein fyrimunur, men er ikki ein treyt. Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.

Væntanir 
Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskiftið við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar – eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Harumframt verður vænta at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, og hava vanligan KT-førleika.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur arbeiðsgevarin skyldu at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setunar- og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 24.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. juli 2024.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara, á tlf.  297750, gerandisdagar kl. 10.00 – 16.00.

 

Umlættingarheimið Dáin er ein samdøgurstovnur, umframt eitt frítíðartilboð til børn í skúlaaldri. Frítíðartilboðið er opið mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00 til 17.00.  

Í Dáan koma børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Arbeitt verður gerandisdagar og í vikuskiftum, dag-, kvøld- og náttarvakt. 

Umlættingarheimið Dáin 
Mýrivegur 11 
FO-700 Klaksvík 
Dain.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið