Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 35,5 tímar í meðal um vikuna at seta frá 01.01.2025 og eitt ár fram. Arbeitt verður fyri tað mesta um dagin, tó eru nakrar kvøldvaktir, og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti í 4 vikur rulli. Starvsstaðurin er í Runavík.
Arbeiðsuppgávur
Stovnurin Mýrisóljan veitir dag-, frítíðar- og virknistilboð í tryggum kørmum til børn og ung við fjølbreki. Eisini veita vit skipaða umlætting til heimabúgvandi børn og ung við fjølbreki, menningartarni og autismu, í vikuskiftum og yrkadagar. Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við avvarðandi. Vit hava tann einstaka í miðdeplinum og leggja dent á góðan trivna á arbeiðsplássinum.