Lýsing
Søkt verður eftir einum starvsfólki at arbeiða 30 til 35 tímar um vikuna, tíðaravmarkað til 1. Juli 2023. Starvstíðin byrjar 8 august 2022, ella eftir avtalu.
Tann, ið settur verður, skal:
- Duga, við námsfrøðiliga vegleiðing, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
- Hava hug og áræði at skapa ein mennandi, tryggan og stuttligan dagligdag fyri børnini.
- Duga at vísa og útinna tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
- Vera jalig/ur, sjálvstøðug/ur, ábyrgdarfull/ur og hava góðan málburð.
- Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.
Vit bjóða tær:
- Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin tilrættis.
- Eitt spennandi og mennandi starv
- Tíð til fyrireiking.
- Góðar starvsfelagar og gott samanhald.
- Eit starv sum fevnir bæði um børn í barnagarðsaldri og frítíðarskúlabørn.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini, sum fevnir um børn í aldrinum 1 - 10 ár.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgeravarafelag.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. juli 2022 kl. 12.00 saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til Elin Mikkelsen, leiðara á tel. 231084.
Umsóknin skal sendast sum bræv til:
dagroktin@vidareidi.fo