Viðareiðis Kommuna
Útgivið
27. juni 2022
Útgongur
3. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
dagroktin@vidareidi.fo

Lýsing

Søkt verður eftir einum starvsfólki at arbeiða 30 til 35 tímar um vikuna, tíðaravmarkað til 1. Juli 2023. Starvstíðin byrjar 8 august 2022, ella eftir avtalu.

Tann, ið settur verður, skal:

  • Duga, við námsfrøðiliga vegleiðing, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
  • Hava hug og áræði at skapa ein mennandi, tryggan og stuttligan dagligdag fyri børnini.
  • Duga at vísa og útinna tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • Vera jalig/ur, sjálvstøðug/ur, ábyrgdarfull/ur og hava góðan málburð.
  • Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.

 

Vit bjóða tær:

  • Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin tilrættis.
  • Eitt spennandi og mennandi starv
  • Tíð til fyrireiking.
  • Góðar starvsfelagar og gott samanhald.
  • Eit starv sum fevnir bæði um børn í barnagarðsaldri og frítíðarskúlabørn.

 

Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini, sum fevnir um børn í aldrinum 1 - 10 ár.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgeravarafelag.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. juli 2022 kl. 12.00 saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til Elin Mikkelsen, leiðara á tel. 231084.

Umsóknin skal sendast sum bræv til:
dagroktin@vidareidi.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið