Vestmanna Kommuna
Útgivið
19. november 2024
Útgongur
4. december 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.

Søkt verður eftir:
Einum námsfrøðingi til Barnagarðin Gjáarlon at arbeiða 35 tímar um vikuna í tíðaravmarkaðum starvi at byrja 1. januar 2025 (ella skjótast gjørligt) til 18 juli 2025.

Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 06.45 og 17.15.

Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit miðvíst við námsfrøðiligum ítrótti. Her arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Gjáarlon liggur í náttúruvøkrum umhvørvi ovarlaga í bygdini, har stutt er til haga, fjøru og viðarlund, og er til børn upp til 5 ára aldur. Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll og grønt øki við brøttum bøi, bálsmáttu og trampolin. Í Gjáarlon eru fimm stovur: Fossurin, Hylurin, Veitini, Áin og Keldan. Stovnurin er normeraðu til 84 børn.

Í Gjáarlon verða børnini stuðlað í at menna seg sjálvi bæði persónliga og sosialt. Dentur verður eisini lagdur á mál, skapandi evni, siðir, mentan, heilsu og rørslu.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Vit bjóða:

  • Góða starvsfólka normering
  • Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp
  • Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
  • Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.

Førleikar:
Vit vænta, at tú:

  • er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
  • brennur fyri útilívi og rørslu.
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
  • ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
  • sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.

Setanarviðurskifti:
Starvið verða sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til starv@vestmanna.fo, viðmerki “Gjáarlon”.

Umsóknarfreistin er mikudagin 4. desember 2024 kl. 12.00.

Samrøður vera í viku 50 + 51.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið