Lýsing
Dagstovnin á Argjum søkir eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða í vøggustovu. Harumframt verður søkt eftir einum námsfrøðingi at taka sær av námsfrøðiligum tiltaki, ið er ætlað einum barni við serligum tørvi. Størvini verða sett at byrja 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Afturat hesum verður søkt eftir avloysarum, ið kunnu arbeiða eftir tørvi.
Ynskir tú eitt námsfrøðiligt arbeiðspláss við hópin av stuttligum og kveikjandi upplivingum?
So er hetta starvið júst nakað fyri teg.
Vit søknast eftir:
- tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um viku í vøggustovu
- einum námsfrøðingi at arbeiða 30-35 tímar um viku, somuleiðis í vøggustovu. Talan er her um eitt námsfrøðiligt tiltak, ið er ætlað barni við serligum tørvi
Søkir eingin námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í starv.
Ynskir tú at verða avloysari á Dagstovninum á Argjum, har tú í stóran mun kanst avgera nær og hvussu nógv tú arbeiðir? So er at seta teg í samband við stovnin á telefon 21 90 19.
Leinki til lýsing: