Lýsing
Dámar tær at sleppa at seta fingramerki á gerandisdagin hjá børnum og vaksnum í Tórshavnar kommunu? Er tað nakað fyri teg at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur?
So er tað helst tú, ið skal søkja starvið annaðhvørt í vøggustovuni ella barnagarðinum á Fríðriksgarði.
Tórshavnar kommuna søkir vegna Fríðriksgarð eftir námsfrøðingum at arbeiða í vøggustovu og barnagarð. Onnur áhugað eru eisini vælkomin at søkja og verða sett um námsfrøðingar ikki søkja.
Vit sóknast eftir:
einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna í vøggustovu frá 1. oktober 2022
fýra námsfrøðingum at arbeiða millum 30-35 tímar um vikuna í barnagarði at byrja sum skjótast
Leinki til lýsing: https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/starvsfolk-til-dagstovnin-fridriksgard
 
					 
         
        