Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus eftir starvsfólkum, at byrja 23. oktober eftir nærri avtalu.
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og serstovu til børn við imunverjusjúkum. Í dag eru 68 børn innskrivaði á stovnin.
Stovnurin lat upp í 2004, og í løtuni verður stovnurin ný- og útbygdur við 2 stovum, sum eftir ætlan verða klárar at taka í nýtslu um nakrar vikur. Tá kemur stovnurin eftir ætlan at hava pláss fyri 90 børnum, í 3 vøggustovum, 3 barnagarðsstovum – umframt serstovuna.
Vegna hækkan av barnatali, og víðkan av stovninum, hava vit tørv á 7 starvsfólkum, ið:
- ynskja at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkunum
- hava gott yvirlit og megna at skipa dagin á stovuni
- samskiftir týðiligt og hevur góð evnir at samstarva
- eru opin fyri nýhugsan
- megna at arbeiða sjálvstøðugt og kunnu taka avgerðir
- eru nærverandi
- duga at síggja møguleikar fram um mørk
- virka fyri einum góðum samstarvið við foreldur, starvsfelagar og leiðslu
Tey, ið sett verða, skulu kunna starvast við øllum børnum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltátta praktiskt arbeiði við til starvið.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144027