Tórshavnar Kommuna
Útgivið
27. juni 2023
Útgongur
17. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt sindur um okkum:
Í Dagstovninum í Løkjatúni eru fýra stovur. Tvær vøggustovur við 13 børnum og tvær barnagarðstovur við 20 børnum. Starvsfólki arbeiðir tvørturum stovumørk, og eru vit altíð fús at hjálpast at. Hetta ger at øll starvsfólk kenna øll børn og foreldur, hetta ger tað meir heimligt at traðka inn á stovnin.

Er tað tær vit søknast eftir?

Vit leita eftir trimum námsfrøðingum. Talan er um tvey størv á 35 – 40 tímar um vikuna í barnagarði og eitt 40 tíma starv í vøggustovu.

Eisini leita vit eftir tveimum stuðlum til stuðulstoymi. Í Løkjatúni starvast tveir námsfrøðingar í stuðulstoyminum. Umframt teir eru tvey stuðulsstørv á 25 – 30 tímar um vikuna leys at søkja.

Stuðulsstørvini eru í barnagarðinum. Børnini hava avbjóðingar við, at gerast ein partur av felagsskapinum, og at samskifta við vinir sínar. Tveir stuðlar eru í toyminum, og okkum tørvar tveir afturat til toymið.

Vit hava innrætta eitt høli, so møguligt er at fara til síðis viðhvørt. Innbúgvið á hesi stovuni, er hugsa til børn við serligum tørvi.
Stovnurin arbeiðir við Karlstad modellinum. Í mars fingu øll starvsfólkini á stovninum skeið í tekn til talu, hetta verður áhaldandi ment.

Námsfrøðiligur ráðgevi er á stovninum og vegleiðir okkum javnan.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið