Tórshavnar Kommuna
Lýsing
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av stuttligum og kveikjandi upplivingum, og at gerast partur av einum góðum starvsfólkabólki, har trivnaður og menning er í hásæti?
So er møguleikin her
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir starvsfólki at byrja 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
- Námsfrøðingur at arbeiða 35-40 tímar um vikuna í barnagarðsstovu
- Námsfrøðingur at arbeiða 30-35 tímar um vikuna í barnagarðsstovu, fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi frá august 2022 til juli 2023
- Námsfrøðingur at arbeiða 30 tímar í barnagarðsstovu, talan er her um tíðaravmarkað starv fram til januar 2023, tó við góðum møguleika fyri longdari seten eftir nýggjár
Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett.
Leinki til lýsing: