Lýsing
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av stuttligum og kveikjandi upplivingum, og at gerast partur av einum góðum starvsfólkabólki, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her.
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir námsfrøðingum til vøggustovu og barnagarð at arbeiða 30-35 tímar um vikuna, og eftir einum hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovu, fyri hjálparfólk í barnsburðarfarloyvi frá februar 2023 til februar 2024.
Størvini eru til setan í februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Til ber at seta hjálparfólk í størvini, um ongin námsfrøðingur søkir.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema