Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir starvsfólkum til barnagarðin, vøggustovuna og avloysarar til serstovurnar, at byrja sum skjótast. Talan er um áleið 30 tímar ella eftir nærri avtalu.
Um stovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan autismuspektrið. Síðani er eisini Fríðtíðarskúlin í Hornabø ein partur av stovninum, har ganga tey børn, ið hoyra til skúlan á Trøðni. Í løtuni eru 61 børn á stovninum tilsamans, og starvsfólkatoymið telur uml. 25 starvsfólk.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum.
Vit leggja dent á, at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar, har tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir fyri at skapa bestu menningarfortreytir fyri tað einstaka barnið í gerandisdegnum.
Vit hava ein opnan stovn, har børnini kunnu ferðast frá stovu til stovu at vitja hvønn annan. Á hendan hátt verða góðar relatiónir skaptar.
Stovnurin nýtir tekn til talu, Karlstad, pictogrammir og boardmaker, so um viðkomandi er áhugaður í hesum, kann man verða settur inn í tað.