Tórshavnar kommuna
Útgivið
30. maj 2025
Útgongur
19. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Dagstovnurin Sólareygað søkir eftir námsfrøðingum at byrja 4. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Í samband við at fleiri av okkara virkisfísnu ungu starvsfólk fara at lesa, søkja vit eftir námsfrøðingum í teirra stað.

Vit fara at mangla fýra starvsfólk á 34-40 tímar um vikuna í okkara vøggu- og barnagarðsstovum.

  • Tvey starvsfólk til okkara deiligu vøggustovur
  • Tvey starvsfólk til okkara deiligu barnagarðsstovur

Hetta er sera spennandi og mennandi størv.

Sigast skal at umframt at tú vónandi kemur at starvast saman við okkum, arbeiða royndir námsfrøðingar og roynd hjálparfólk á hesum stovum. Tú kemur inn í eitt gott og stuðlandi toymi, men umframt hesi fýra mangla vit starvsfólk til okkara Pisustovu (6 ára stova).

Eru vit so heppin at tit eru tveir námsfrøðingar, sum hava hug at arbeiða saman í okkara Pisustovu?

Tað er spennandi at arbeiða við øllum aldursbólkum, men tá talan er um at arbeiða i 6 ára stovuni, so er støðan serstøk, ti hendan stovan hevur bert ein aldursbólk inni og ikki tríggjar aldursbólkar, sum hinar stovurnar hava.

So tilber at leggja tilrættis arbeiði meira miðvíst til júst hetta menningarstig.

Í august 2025 koma at ganga 13 børn um 6 ára aldur í okkara 6 ára stovu.

Allar stovur í Dagstovninum Sólareygað hava góðar karmar, stabil starvsfólk, góða fyrireikingartíð til øll starvsfólk og allar stovur hava námsfrøðingar.

  • Dámar tær, eins og vit, at fara í dýpdina, tá um námsfrøði ræður?
  • Vilt tú, saman við okkum, seta námsfrøðiligu ætlanirnar út í korti?
  • Vilt tú, saman við okkum, við reflektiónum, kjaki og hugleiðingum, verða við til at mynda okkum sum stovn?

Er hetta nakað fyri teg? So tú ert altíð vælkomin, til eitt óbindandi prát við okkum!

Kom og síggj stovnin innan og uttan. Okkara karmar eru avgjørt eina vitjan verd!

Kom og hoyr, hvussu vit arbeiða, hvussu vit skipa fyrireikingartíðina, hvussu vit bara generelt skipa okkara dagligdag.

Um tú ert áhugað/-ur, ert tú vælkomin at seta teg i samband við leiðaran á telefon 28 71 50, ella varaleiðaran á telefon 21 53 13.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144623

Líknandi størv

30. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið