Roðin økistænastan
Útgivið
8. februar 2024
Útgongur
13. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens og familjum teirra, so hevur tú møguleikan at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01. mars 2024 ella eftir nærri avtalu.

Dagtilboðið er ein partur av Demenstænastuni hjá Roðanum og heldur til á Miðstøðini fyri Demenstænastuni, sum er á Skála. Í løtuni eru 15 borgarar knýttir at dagtilboðnum. Umframt dagtilboð umfatar virksemi á Miðstøðini eisini avvarðandibólkar, avvarðandisamrøður, undirvísing, næmingar og lesandi, samstarv við landsdemenssamskipara v.m

Endamálið við tilboðnum er, at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt. Vit nýta ástøði hjá Tom Kitwood, ið snýr seg um, at persónurin við demens, er í miðdeplinum (persóncentrerað røkt og umsorgan). Fyri at varðveita førleikarnar hjá borgarunum sum longst, hevur tað týdning at tey eru virkin í dagligdegnum. Tí leggja vit dent á dagliga rørslu/venjing og ymiskar aktivitetir, ið stimbra heilavirksemi.

Roðin arbeiðir fyri, at gera Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur demensvinarligar. Tænastan byggir á, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga røkt og umsorgan. – Fyri at røkka hesum málið, nýta vit m.a. kontaktpersónskipanina.

Tú kemur at verða kontaktpersónur hjá fleiri borgarum við demenssjúku, ið eru knýtt at dagtilboðnum - umframt teirra familjum. Tí inniheldur arbeiði nógv samskifti og relatiónsarbeiði. Harumframt heimavitjanir, avvarðandisamrøður, lívssøgur (saman við familjunum), røktarfrágreiðingar v.m..

Umráðandi er, at tú ert opin, rúmlig/ur, tolin, og dugur at seta teg inn í tørvin hjá menniskjum við demens og teirra familjum. Vit hava eina holistiska menniskjaáskoðan, ið tekur støði í heila menniskjanum.

Førleikakrøv

  • Røktarfakliga, heilsufakliga ella námsfrøðiliga útbúgving.
  • Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
  • Áhuga og hegni at arbeiða sum kontaktpersónur
  • Vera rúmlig/ur, tolin, blíð/ur, positiv/ur, kreativ/ur, og tola at tingini ikki altíð ganga sum ætlað
  • Hava gott eyga fyri førlekum hjá hvørjum einkultum borgara og duga at brúka hesar í arbeiðinum
  • Megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar
  • Ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, bæði tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast, umframt at seta tíð av til skjalfestan og annað skrivligt arbeiði.
  • Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv.
  • Sjálvstøðug/ur, t.v.s. megnar at tilrættaleggja arbeiðsdagin saman við starvsfeløgum, í samband við heimavitjanir o.a.
  • Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til demens
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Útbúgving, sum demenssamskipari, kann vera ein fyrimunur

 

Vit kunnu bjóða tær

  • Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
  • Saman við starvsfeløgum og leiðslu, at vera við til, at seta dám á, og menna demenstænastuna hjá Roðanum
  • Góðar og mennandi arbeiðsumstøður

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Justinussen, deildarleiðara á tlf. 290213 ella við telduposti til unnj@rodin.fo

 

Meira vitan um demena
Heimsíður: www.alzheimer.fo og www.videncenterfordemens.dk

 

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 13. februar 2024. Vinarliga viðmerk umsøknina
“starvsfólk til Dagtilboðið á Skála “.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið