Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens og familjum teirra, so hevur tú møguleikan at gerast eitt av okkara starvsfólkum.
Talan er um 0,7 starvsbrøk svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er frá kl 8.30-15.30 gerandisdagar mánadag til og við hósdag.
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01. september ella eftir nærri avtalu.
Dagtilboðið er ein partur av Demenstænastuni hjá Roðanum og heldur til á Miðstøðini fyri Demenstænastuni, sum er á Skála. Í løtuni eru 16 borgarar knýttir at dagtilboðnum. Umframt dagtilboð umfatar virksemið á Miðstøðini eisini avvarðandibólkar, avvarðandisamrøður, undirvísing, næmingar og lesandi, samstarv viðlandsdemenssamskipara v.m.
Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt. Vit nýta ástøði hjá Tom Kitwood, ið snýr seg um, at persónurin við demens er í miðdeplinum (persóncentrerað røkt og umsorgan). Fyri at varðveita førleikarnar hjá borgarunum sum longst, hevur tað týdning, at tey eru virkin í dagligdegnum. Tí leggja vit dent á dagliga rørslu/venjing og ymiskar aktivitetir, ið stimbra heilavirksemi.
Roðin arbeiðir fyri at gera Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur demensvinarligar. Tænastan byggir á, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga røkt og umsorgan. – Fyri at røkka hesum máli, nýta vit m.a. kontaktpersónskipanina.
Tú kemur at verða kontaktpersónur hjá fleiri borgarum við demenssjúku, ið eru knýtt at dagtilboðnum - umframt teirra familjum. Tí inniheldur arbeiðið nógv samskifti og relatiónsarbeiði. Harumframt heimavitjanir, avvarðandisamrøður, lívssøgur (saman við familjunum), røktarfrágreiðingar v.m.
Umráðandi er, at tú ert opin, rúmlig/ur, tolin, og dugir at seta teg inn í tørvin hjá menniskjum við demens og teirra familjum. Vit hava eina holistiska menniskjaáskoðan, ið tekur støði í heila menniskjanum.
Førleikakrøv
- Útbúgving og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Útbúgving og góðkenning, sum heilsurøktari
- Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
- Áhuga og hegni at arbeiða sum kontaktpersónur
- Vera rúmlig/ur, tolin, blíð/ur, positiv/ur, kreativ/ur, og tola at tingini ikki altíð ganga sum ætlað
- Hava gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og duga at brúka hesar í arbeiðinum
- Megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar
- Ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, bæði tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast, umframt at seta tíð av til skjalfestan og annað skrivligt arbeiði.
- Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv.
- Sjálvstøðug/ur, t.v.s. megnar at tilrættaleggja arbeiðsdagin saman við starvsfeløgum, í samband við heimavitjanir o.a.
- Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til demens
- KT-førleika á brúkarastøði
- Útbúgving, sum demenssamskipari, kann vera ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða tær
- Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
- Saman við starvsfeløgum og leiðslu, at vera við til, at seta dám á, og menna demenstænastuna hjá Roðanum
- Góðar og mennandi arbeiðsumstøður
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Justinussen, deildarleiðara, á tlf. 290213 ella
við telduposti til unnj@rodin.fo.
Meira vitan um demens
Heimsíður: www.alzheimer.fo og www.videncenterfordemens.dk
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. august 2024. Vinarliga viðmerk umsóknina
“starvsfólk til Dagtilboðið á Skála “.