Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01. sept. 2021.
Endamálið við tilboðnum er, at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt.
Roðin arbeiðir fyri, at gera Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur demensvinarligar. Tænastan byggir á, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga umsorgan. – Fyri at røkka hesum málið, brúka vit kontaktpersónskipanina.
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens og familjum teirra, so hevur tú møguleikan at gerast eitt av okkara starvsfólkum.
Talan er um 0,875 starvsbrøk. Arbeiðstíðin er frá kl 8.30-15.30 allar yrkadagar.
Førleikakrøv
- Røktarfakliga/Heilsufakliga útbúgving
- Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
- Vera rúmlig/ur, tolin, kreativ/ur, og tola at tingini ikki altíð ganga sum ætlað
- Hava gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og duga at brúka hesar í arbeiðinum
- Megna at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar
- Vera ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
- Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv. Arbeiðtt verður í tøttum samstarvi við starvsfelagar á dagtilboðnum, umframt aðrar fakbólkar í Roðanum og uttanfyri Roðan
- Sjálvstøðug/ur, t.v.s. megnar at tilrættaleggja arbeiðsdagin saman við starvsfeløgum, í samband við heimavitjanir o.a.
- Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til demens
- KT-førleika á brúkarastøði
- Útbúgving, sum demenssamskipari, kann vera ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða tær
- Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
- Sama við starvsfeløgum og leiðslu, at vera við til at seta dám á og menna demenstænastuna í Roðanum
- Góðar og mennandi arbeiðsumstøður
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Justinussen, deildarleiðara á tlf. 290213 ella við telduposti til unnj@rodin.fo
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,
Vinarliga viðmerk umsøknina “starvsfólk til demenstænastuna í Roðanum “.