Lýsing
Talan er um eitt starv 20 tímar um vikuna at seta 01.11.2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Dagtilhaldið Fragdin er fyri eldri fólk við menningartarni, sum ikki longur megna ein arbeiðsdag á virknis- og verkstaðstilboði, men sum eru soleiðis fyri, at tey fatanarliga, sosialt og likamliga klára at vera á dagtilhaldinum og fáa gagn av gerandisdegnum har. Talan er um fyrrverandi dagtilhaldið Ternulág, sum nýliga er flutt í nýggj høli í Djóna í Geil gøtu. Fragdin hevur opið gerandisdagar frá kl. 9.30 til kl. 15.00.
Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag við møguleika fyri at vera við í ymiskum virksemi umframt sosialari samveru og práti. Tú skalt duga at hugna um og geva fólkunum ein innihaldsríkan dag. Tú fert at leggja teimum lag á og finna uppgávur, ið hava teirra áhuga.
Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni sum t.d. ítriv, kropsligar venjingar og túrar út úr húsinum. Jólasøla við lutum, sum eru virkaðir í Fragdini, er á hvørjum ári saman við Verkhúsinum Virkni.