Lýsing
- Eitt fast starv 40 tímar um vikuna.
- Eitt starvsfólk at arbeiða 3. hvørt vikuskifti.
- Avloysarastørv í sambandi við frítíð, sjúkrafráveru, avspáking og annað.
Arbeitt verður í ymiskum vaktum – dag-, kvøld-, náttar- og døgnvaktum. Starvsstaðurin er í Klaksvík. Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Skálagarður er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Á deplinum eru átta búpláss, fýra umlættingarpláss og tríggir fyribilsbústaðir. Hjá okkum fært tú høvi til at arbejða við einum málbólki, sum hevur brúk fyri serkønum stuðli og gerandisliga endurmenning. Vit bjóða eitt innihaldsríkt arbeiði, har tú saman við einum tvørfakligum toymi arbeiður við at fremja lívsvirði og sjálvræði hjá borgaranum.
Í samstarvi við borgaran skalt tú stuðla einum tryggum og mennandi umhvørvi, vegleiða borgarum í dagligum virksemi, veita ella hjálpa við persónligari røkt og øðrum uppgávum. Harafturat skalt tú samstarva við borgara, avvarðandi og tvørfakliga um endurvenjingarætlanir. Umráðandi partur av arbeiðinum er at skjalprógva.