Almannaverkið
Útgivið
16. oktober 2025
Útgongur
27. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Um størvini
Talan er um fulltíðarstørv, við møguleika fyri niðursettari tíð. Eisini søkja vit eftir avloysarum. Arbeitt verður í ymiskum vaktum – dag-, kvøld-, náttar- og døgnvaktum. Starvsstaðurin er í Klaksvík. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Skálagarður er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Á deplinum eru búpláss, umlættingarpláss og fyribilsbústaðir. Hjá okkum fært tú høvi til at arbeiða við einum málbólki, sum hevur brúk fyri serkønum stuðli og gerandisligari endurmenning. Vit bjóða eitt innihaldsríkt arbeiði, har tú saman við einum tvørfakligum toymi arbeiðir við at fremja lívsvirðið og sjálvræðið hjá borgaranum.

Í samstarvi við borgaran skalt tú stuðla einum tryggum og mennandi umhvørvi, vegleiða borgarum í dagligum virksemi, veita ella hjálpa við persónligari røkt og øðrum uppgávum. Harafturat skalt tú samstarva við borgara, avvarðandi og tvørfakliga um endurvenjingarætlanir. Umráðandi partur av arbeiðinum er at skjalprógva.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið