Lýsing
Um starvið
Eitt starv 25 tímar um vikuna. Talan er um eina samdøgursvakt hvønn mánadag.
Eisini verður søkt eftir avloysarum til einstaklingafyriskipanina og Sambýlið í Sørvági, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø. Einstaklingafyriskipanin hevur tætt samstarv við Sambýlið í Sørvági. Fyriskipanirnar húsast á sama matrikkli.
Arbeiðsuppgávur
Endamálið er at veita hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at borgarin fær møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív sum gjørligt. Uppgávan er at ráðgeva og stuðla ungum borgara við autismu í Vágunum í persónligum, sosialum og praktiskum viðurskiftum. Uppgávan er eisini at virka fyri, at viðkomandi millum annað fær ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag og at fara til ymisk tiltøk uttan fyri heimið.
Førleikar
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella fólki við royndum á økinum. Tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir við líknandi arbeiði. Til avloysarastørvini er útbúgving ella royndir ikki eitt krav. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.