Almannaverkið
Lýsing
Hevur tú fingið prógv sum námsfrøðingur í summar? Ella hugsar tú broytingar í tínum arbeiðslívi?Almannaverkið søkir eftir starvsfólki sum eru eldhugaði og ynskja at arbeiða við fólki, sum hava autismu og ella annað menningartarn.
Um størvini
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.