Sev
Útgivið
4. marts 2026
Útgongur
16. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Tøkningur við áræði til myllur og battaríir
Ert tú tøkningur, sum trívist við avbjóðandi uppgávum kring alt landið – og uppi í vindmyllum?

Vit sóknast eftir starvsfólki til eltøknideildina
Eltøknideildin hevur um hendi eftirlit og umvæling av tøkniútbúnaðinum á føroyska elnetinum og á framleiðslueindunum um landið, umframt nýgerð av serligum tøkniligum loysnum.

Arbeiðsuppgávurnar á deildini eru sera fjølbroyttar, og arbeiðsstaðurin fevnir um alt landið.10 dugnalig fólk starvast á deildini.

Her er talan um eitt nýtt starv, har umframt aðrar uppgávur, stórur partur av arbeiðinum verður rakstur, viðlíkahald og menning av vindorkueindum, eins væl og øðrum eltekniskum skipanum, herundir battarískipanum hjá Sev.

Uppgávur

  • rakstur og viðlíkahald av vindmyllunum hjá Sev-dótturfeløgum
  • rakstur av battarískipanum hjá Sev
  • samskifti við veitarar og myndugleikar
  • brúkari av viðlíkahaldsskipan til vindmyllurnar og fyriskipar regluligt viðlíkahald

  • ert útbúgvin elinnleggjari, elektronikkteknikari, elektrikari ella hevur líknandi útbúgving.
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og hevur ella ert til reiðar at taka trygdarskeið fyri arbeiði í hæddum
  • ert væl fyri kropsliga til at arbeiða í vindmyllum
  • dugir at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum
  • tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan invertaratøkni, effektelektronik, generatorar og vindorku

Sev
Vit bjóða ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag, viðkomandi skeið og sera royndar starvsfelagar, sum eru til reiðar at stuðla og leggja lag á, tá tað er neyðugt.

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á Havnarverkinum í Tórshavn, og tú vísir til leiðaran á eltøknideildini. Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Jensen, leiðara á eltøknideildini, á telefon 788220. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Starvsfólk til eltøknideildina. Umsóknarfreistin er 16. mars 2026.

Um Sev
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið