Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
20. august 2024
Útgongur
1. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum starvsfólki til fast starv á Tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan hálvan september ella eftir nærri avtalu.

Tænastudeildin fevnir um goymsluna, vaskaríið og alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 20 starvsfólk eru knýtt at deildini, harav 14 í reingerðingini.

Um starvið:
Starvið er á skurðdeildini og er tímalønt starv á 35 tímar um vikuna aðruhvørja viku. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 15.00 mánadag til fríggjadag í ólíka viku. Tó kann væntast onkuntíð at skula til arbeiðis uttanfyri hesar tíðir, alt eftir virkseminum á deildini.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð og at røkja goymslurnar á deildini.

Vit vænta, at tú

  • ert røkin
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
  • ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
  • skipaða innleiðslu og upplæring.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Schrøter, leiðara á tænastudeildini á tlf. 343300 ella teldupost ransc@ssh.fo.

Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 01.09.2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið