62°N
Útgivið
25. maj 2022
Útgongur
24. juni 2022
Staður
Hoydalsvegur 17 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit merkja stóra framgongd og økt virksemi,  søkja vit  eftir dugnaligum starvsfólkum. Starvið er til ferðaskrivstovuna á Hoydalsvegnum í Tórshavn.

Sølu- og ferðaráðgevi
Okkara Travel søludeild,  skipar fyri frítíðarferðum út í heim, hevur tørv á tveimum dugnaligum søluráðgevum aftrat.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • Ráðgeving í ferðamálum
  • Avgreiðslu av flogferðaseðlum
  • Hotell- og bilaleigubíleggingar í samband við ferðir
  • Charter bíleggingar
  • Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum
  • Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni

Vit vænta, at umsøkjarin

  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
  • Arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
  • Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
  • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Guðrun , deildarleiðara, á tlf. 73 35 30.

Umsókn og CV, skulu sendast til starv@62n.fo. Viðmerk "travel" á umsókini.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið