Strandfaraskip Landsins
Útgivið
8. juli 2024
Útgongur
22. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandfaraskip Landsins (SSL) søkir eftir starvsfólki/bókhaldara til hálvtíðarstarv, við møguleika at fara upp í trýkvarta tíð, á fíggjardeildina at byrja í starvi 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu. Á fíggjardeildini starvast ein fíggjarleiðari, tveir bókhaldarar og ein kontrollari.

SSL er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar uppgávur. Vit hava tørv á einum eyka starvsfólki, sum ynskir at vera ein partur av okkara menning, og sum er forvirkin í sínum hugsanarhátti. Sum bókhaldari kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt, við møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag. Harumframt eru góðir møguleikar fyri egnari fakligari og persónligari menning. Tíni talgildu arbeiðsamboð eru m.a. Búskaparskipan landsins og Navision.

Tínar arbeiðsuppgávur verða m.a. hesar:

  • Avrokna kreditor/debitor
  • Avstemma kreditor/debitor
  • Kassauppgerð, tollavgreiðslu o.l.
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv:

  • Hevur viðkomandi útbúgving
  • Hevur royndir at arbeiða við bókhaldi
  • Hevur royndir við nevndu talgildu skipanum
  • Hevur góðar telduførleikar

Í nevndu tilgongd er ynskiligt at tú ert forvirkin, sært týdningin av nýhugsan og ert broytingarsinnað/-ur. Eisini ynskja vit at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi og tænastusinnað/-ur. Annars vænta vit at tú dugir at samskifta uttanhýsis og innanhýsis, vera effektiv/ur og stundislig/ur.

Setanar- og lønarviðurskiftir
Tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri. Setanartreytir og lønarviðurskiftir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. juli 2024 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293025 ella á teldupost til dad@ssl.fo.

Søk starvið her.

Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið